Mixed Zone-poddurin: Føroyar – Gibraltar 2-1

Mixed Zone-poddurin: Føroyar – Gibraltar 2-1
Kringvarpið tosaði við Atla Gregersen, Jóannes Kalsø Danielsen og Bárð á Reynatrøð eftir 2-1 sigurin móti Gibraltar
Atli Gregersen (t.h) var fegin um, at tað eydnaðist at fáa sigurin í hús
Mynd: Ragnar A. Jacobsen/KVF  
 
10.06.2025 - 11:30

Kringvarpið tók saman um sigurin á Gibraltar í Mixed Zone. Hjálparvenjarin á manslandsliðnum, Atli Gregersen, ásannaði at tað var ein lætti at fáa sigurin í hús til endans. Hann tosaði eisini um tankarnar hjá venjaratoyminum gjøgnum dystin.

 

250610_MIXEDZONEPDDURIN

 

Jóannes Kalsø Danielsen fekk ein avgerandi leiklut í sigursmálinum. Tað var høgri bakkurin úr KÍ, sum átti innleggið til Patrik Johannesen, ið skoraði sigursmálið. Framrættaði høgri bakkurin fekk nógv pláss og var íblandaður nógvum í dystinum. Bárður á Reynatrøð setti orð á sigurin og hvussu hann upplivdi málið hjá Gibraltar, umframt støðuna hjá Víkingi í heimligu kappingini.

 

250610_RASMUS_TRONDUR_POST_GIB

 

Í sjónvarpssamrøðu tók Rasmus Nolsøe saman um sigurin. Ein góð ímynd av avrikinum er, at Rasmus Nolsøe ikki megnaði at velja ein dagsis spælara. Talan var í nógvar mátar um eitt liðavrik.

 

Føroyar vunnu 2-1 á Gibraltar. Árni Frederiksberg og Patrik Johannesen skoraði málini fyri Føroyar.

 

250609_FO_GIB_MAL
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
3-2
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550