- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kennedy sent alla vísindaligu nevndina til hús

Amerikansk heilsumálaráðharrin, Robert F. Kennedy yngri, hevur sent allar 17 limirnar í vísindaligu nevndini, sum veitir amerikanska smittuverndarmyndugleikanum, CDC ,ráðgeving um koppseting, úr nevndini. Robert F. Kennedy skuldsetur í grein í The Wall Street Journal teir 17 limirnar fyri at vera í ov nógvum áhugamálsstríðum.
- Í dag raðfesta vit, at endurreisa álit heldur enn eitt ávíst endamál fyri ella ímóti koppsetingum, sigur Kennedy.
- Almenningurin má vita, at óheft gransking, sum hevur verið til metingar í opnari tilgongd og vard fyri áhugamálsstríði, er grundgeving fyri tilmælunum frá okkara heilsustovnum, sigur hann.
Mannar nevndina av nýggjum
Kennedy boðar samstundis frá, at hann fer at seta 17 nýggjar limir, sum hann sjálvur skal velja.
Nevndin ACIP (Advisory Committee on Immunization Practices) er ein stonvur, sum veitir ráð um koppseting til fólkaheilsustovnin CDC.
- ACIP-nevndin hevur ongantíð sagt nei til nakra koppseting, sigur Kennedy.
Her skal tó nevnst, at ACIP tekur ikki avgerðir um at góðkenna koppsetinga. Tað er ábyrgdin hjá amerikansku matvøru- og heilivág-eftirlitinum (FDA). Leikluturin hjá ACIP er at ráðgeva CDC um, hvørjir fólkasløg kunnu fáa mest burturúr koppsetingum, sum longu eru góðkendar.