Fáa talgildar læknaviðtalur í ár

Fáa talgildar læknaviðtalur í ár
Talgildar viðtalur og samrøður í heilsuverkinum fara at kunna gerast umvegis Vangan áðrenn árið er úti, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
 
09.06.2025 - 17:18

Nógvir fyrimunir eru við talgildum viðtalum og samrøðum, sigur landsstýriskvinnan. Tað fer millum annað at spara borgarum í útjaðaranum bæði tíð og pengar, sigur hon. 

Talgildu loysninar innan heilsuverkið eru eisini í samgonguskjalinum, har stendur, at "Heilsuverkið skal lyftast inn í talgilda heimin, soleiðis at til ber at hava talgildar viðtalur og
samrøður".

Landsstýriskvinnan væntar, at talgildu viðtalurnar og samrøðurnar fara at vera ein veruleiki áðrenn árið er úti.

Hoyr innslagið niðriundir:

 

1747865

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206