Hákun týskur meistari: Ein stór byrða av herðunum

Hákun týskur meistari: Ein stór byrða av herðunum
- Tað er sum at fáa eina tunga byrðu av herðunum eftir eitt strævið, stuttligt og langt kappingarár, sigur Hákun West av Teigum, sum í dag vann týska meistaraheitið
Hákun West av Teigum er týskur meistari við Füchse Berlin
Mynd: Füchse Berlin  
 
08.06.2025 - 18:14

Tað stóð nógv á hjá Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum úr Füchse Berlin, sum við sigri á Rhein Neckar Löwen í síðsta umfari av Bundesliguni kundu tryggja felagnum fyrsta týska meistaraheitið.

 - Tað er sum at fáa eina tunga byrðu av herðunum eftir eitt stuttligt, strævið og langt kappingarár, segði Hákun West av Teigum við Kringvarpið eftir 38-33 sigurin í Mannheim.

Rhein Neckar Löwen var frammanfyri frá byrjan, og leingi sá út til, at Magdeburg kundi fara avstað við heitinum í evstu løtu. Ikki fyrrenn eitt gott korter var eftir at spæla, fór høvuðsstaðarfelagið framum, og síðstu løtuna var heldur eingin ivi.

 - Nú bleiv tað til eina finalu í dag, men annars hava allir dystirnir líka nógv at siga. So tað var ein risa lætti, og nú skulu vit bara hátíðarhalda hetta í allan dag, segði føroyski landsliðsvongurin.

 

Standa og tútbrøla eftir dystin

Füchse Berlin varð stovnað í 1891, og ikki fyrrenn nú eydnaðist at fáa fyrsta meistaraheitið til høldar. Heimsins besti hondbóltsspælari, Mathias Gidsel, hevur gingið á odda hjá berlinrevunum alt kappingarárið, men Hákun West av Teigum kann vera errin av sínum leikluti, eftir at hann tók plássið hjá Hans Lindberg á høgra veingi, tá legendariski danski vongurin fór aftur til Danmarkar síðsta summar.

 - Summi vóru eitt sindur nervør og ivaðust í, um eg kundi fylla risastóru skógvarnar, sum Hans hevur eftirlatið, men tað hevur gingið væl á vøllinum, haldi eg. Straffini eru so farin yvir á vinstra veingin (Tim Freihöfer, blaðm.), sum hevur tikið av møguleikanum, segði Hákun West av Teigum.

Eingin ivi er um, at meistaraheitið hevur stóran týdning fyri Füchse Berlin, sum leingi hevur staðið í skugganum av millum annað THW Kiel, Magdeburg og Flensburg-Handewitt. Tað kom eisini greitt til sjóndar eftir dystin í Mannheim í dag.

 - Alt felagið kom oman til Mannheim at hyggja. Tey, sum sita á kontórinum, og onnur, og helvtin av teimum standa og tútbrøla eftir dystin. Tú sært, at hetta hevur nógv at siga. Hetta er fyrsta ferðin, men tað hevur ikki so nógv at siga hjá okkum nú. Nú hava vit vunnið, og tað eru við øgiliga glaðir fyri, segði føroyski landsliðsvongurin.

 

Fara eftir greipuni

Tað er ikki bara sum at siga tað, at fara til Týsklands og krútsterku Bundesliguna sum blaðungur hondbóltsspælari, men hjá Hákuni West av Teigum hevur tað hepnast so mikið væl, at hann hevur longt sáttmálan til 2028.

 - Beint nú, havi eg eg, um mann kann siga tað so, staðfesti føroyingurin. 

Men ítróttarliga kann tað gerast upp aftur betri, um tað eydnast at vinna Champions League. Füchse Berlin skal spæla í sonevnda Final4-endaspælinum um eina knappa viku, har mótstøðuliðið í hálvfinaluni verður franska Nantes.

 -  Alt kann henda, um tú ert favorittur ella ikki. Men eg vil eisini siga, at vit koma eitt sindur lættir til kappingina. Um vit høvdu mist meistaraheitið í dag, giti eg ikki, at vit høvdu farið eins sjálvssikkrir. Vit høvdu kanska verið eitt sindur nervøsir, tí vit mugu sum minimum vinna aðra kappingina, men nú fara vit sjálvandi eftir báðum, segði Hákun West av Teigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076