- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyðun flytur fólkið longur fram

Í annaðkvøld skal føroyska manslandsliðið spæla móti Gibraltar í HM-undankappingini. Hetta er triði dysturin hjá Føroyum og tann fyrsti á heimavølli. Føroyar hava tapt tepurt 2-1 og 1-0 móti ávikavist Kekkia og Montenegro. Hesin dysturin er øðrvísi enn teir báðir undanfarnu. Føroyar eru favorittar at vinna, og dysturin verður á Tórsvølli. Tað hevur lagt eitt ávíst trýst á manslandsliðið, sum eisini er styrkismett hægri enn Gibraltar á FIFA-styrkilistanum.
Føroyska liðið hevur undir leiðslu av Eyðuni Klakstein spælt 5-4-1. Størsti denturin hevur verið á verjuspælinum. Landsliðsvenjarin er væl nøgdur við royndarkoyringina, sum hevur givið ein sigur í fimm dystum og eina málúrtøku upp á 5-2. Landsliðsvenjarin ætlar at halda fast í 5-4-1 spælskipanini, men tað verður við meira framrættaðum spæli.
- Eg kann lova, at vit hava fyrireikað okkum væl, og at vit ætla at leypa á. Vit hava tann hugburðin, at vit geva okkum hundrað prosent, men onkuntíð avmarkar mótstøðan okkum. Vónandi verður tað øðrvísi hesaferð, enn tá vit hava spælt móti yvirmaktini, segði Eyðun Klakstein til tíðindafundin í dag.
Alt liðið longur fram
Landsliðsvenjarin gleðist um, at hann nú endilga sleppur at royna seg á heimavølli, eftir at hava staðið á odda fyri fimm útidystum. Tað verður ikki broyt upp á samansetingina í spælskipanini, men teir verða í felag skumpaðir longur fram. Tað verður væntandi eisini fleiri broytingar á liðnum og fleiri skiftingar í dystinum.
- Eg kann siga, at tú kemur at síggja spæliháttin seinastu dystirnar aftur. Formatiónir eru bara tøl, men vit kunnu skifta millum 5-4-1 og 3-4-3. Vit hava sagt, at vit brúka hópin. Grundstøðið í hópinum er gott og breitt. Tí kunnu vit skifta á fleiri plássum uttan at hetta merkist, sigur Eyðun Klakstein.
Jóan Símun Edmundsson er úttikin fyri Petur Knudsen, sum fekk ein knæskaða í venjingardystinum í Georgia hósdagin. Kringvarpið vísur dystin og byrjar at senda klokkan 18.45.