Týski samveldiskanslarin væl nøgdur við fundin við Trump

Týski samveldiskanslarin væl nøgdur við fundin við Trump
Amerikanski tollpolitikkurin var ovast á breddanum, tá Friedrich Merz hitti Donald Trump í gjár
Fleiri eygleiðarar meta, at fundurin millum Trump og Merz fer at vera avgerandi fyri samstarvið millum USA og Týskland frameftir.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.06.2025 - 08:23

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, sigur við CNN, at Evropa arbeiðir við at loysa seg meira frá Kina.

Merz hitti í gjár við amerikanska forsetan, Donald Trump, í Washington.

Tollpolitikkurin hjá Trump hevur elvt til stúran í Týsklandi, sum er íutflytur nógv til amerikanska marknaðin. 

Merz segði, at ósemjan millum USA og ES um toll var eitt av høvuðsmálunum á fundinum við amerikanska forsetan.

Merz sigur við CNN, at nýggi amerikanski tollurin ávirkar bilframleiðarar í Týsklandi sera meint.

Samveldiskanslarin duldi ikki fyri, at hann var nøgdur við samrøðuna millum seg og Trump í Hvítu húsunum.

- Eg fari heimaftur við kensluni um, at eg í amerikanska forsetanum havi funnið eitt fólk, sum eg kann tosa við á persónligum stigi, segði Merz eftir vitjanina í eggrundu stovuni.

Fleiri eygleiðarar meta, at fundurin millum Trump og Merz fer at vera avgerandi fyri samstarvið millum USA og Týskland frameftir.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Ukraina og Russland

Amerikanski forsetin rør framundir, at tað kanska er betri at lata Ukraina og Russland stríðast eina tíð, áðrenn lagt verður uppí at arbeiða fyri friði. 

Á fundi við týska samveldiskanslaran Friedrich Merz í gjár lýsti Trump kríggið í Ukraina sum eitt blóðbað. Hann samanbar eisini stríðið við ein bardaga millum tvey smábørn, sum hata hvønn annan.

- Onkuntíð er tað betri bara at lata tey berjast eina løtu, og so leggja uppí, sigur Trump.

Hann legði aftrat, at hann hevði deilt hetta líknilsið við russiska forsetan, Vladimir Putin, tá teir báðir tosaðu í telefon mikudagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401