Hálvmaraton-teinurin var 800 metrar ov stuttur

Hálvmaraton-teinurin var 800 metrar ov stuttur
Tá Neli Heldarskarð kom fyrstur um mállinjuna í hálvmaraton-kappingini í Tórshavn Marathon sunnudagin, so gjørdist tað skjótt greitt fyri honum, at ikki alt ruggaði rætt
Umleið 130 sjálvboðin fólk hjálpa til við Tórshavn Marathon
Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto  
 
06.06.2025 - 19:34

Hann rann. Hann stríddist og vann.

Tá Neli Heldarskarð rann fyrstur um mállinjuna við ørmunum á lofti, legði hann til merkis, at tíðin var óvanliga góð - mestsum ov góð, og tað var ein orsøk til tað.

Tí ikki alt ruggaði rætt, tá Tórshavn Marathon skipaði fyri stórari kapping sunnudagin, har eisini fleiri útlendskir rennarar vóru við. Teinurin á hálvmaraton-kappingini var 800 metrar ov stuttur.

Neli_1

 

Bragdið skipar fyri Tórshavn Marathon, og Bragdið sigur, at orsøkin til feilin er ein menniskjaligur feilur.

- Tað vóru tvey vendimerkir á rutuni, og tíverri valdu okkara fólk, sum koyrdu alt út í ruskveðrinum, skeiva vendipunktið. Vit eru sjálvandi sera hørm um hetta, og vit fara at senda øllum luttakararnum teldupost, har vit greiða frá, hvussu keðiligt hetta var, sigur Bragdið í tíðindaskrivi.

Neli Heldarskarð vann við tíðini: 1:12:54.

Men hóast sigurin fekk eina lítla - ja, 800 metrar langa - skøvu í lakið, tá tað gjørdist greitt, at teinurin ikki heilt kom upp á teir offisiellu 21,1 kilometrarnar, so sigur Neli, at tað tekur tað einki frá gleðini at vinna kappingina.

Neli_2

 

Harvið ber til at siga, at Neli Heldarskarð ikki bara er vinnari av hálvmaraton-kappingini í Tórshavn Marathon - hann er eisini óformligi vinnarin í hálvmaraton-minus-800-metrar-kappingini.

Bragdið sigur, at Tórshavn Marathon er størsta og mest umfatandi tiltak hjá felagnum, og alt arbeiði er sjálvboðið og eingin fær eitt oyra afturfyri.

Tá Tórshavn Marathon er, eru um 100 vaktir, umframt onnur, sum hjálpa til við øðrum úti á rutuni, á málinum og aðrastaðni, so tilsamans eru eini 130 sjálvboðin við í tiltakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201