
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendska landsstýrissamgongan ósamd um kravda uppsparing

Ósemja er í samgonguni í grønlendska landstinginum, Inatsisartut, um kravda uppsparing.
Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Formaðurin í Atassut, Aqqalu Jeremiassen, ivast ikki: Kravda uppsparingin skal strikast. Og tekur samgongan ikki sjálv stig til tað, fer Atassut, sum er partur av samgonguni, at leggja uppskot fyri tingið.
Undir valstríðnum til Inatsisartut var boðskapurin hjá Demokraatit, at kravda uppsparingin skal burtur.
- Vit vilja steðga kravdu uppsparingini, skrivaði Jens-Frederik Nielsen, sum í dag er formaður í Demokraatit og landsstýrisformaður, á Facebook undir valstríðnum.
Jens-Frederik Nielsen er landsstýrisformaður í Grønlandi.
Ikki so einfalt
Í grein 37-fyrispurningi til landsstýrisformannin um uppsparingina, svarar Jens-Frederik Nielsen, er hetta tó ikki so einfalt.
Í svarinum stendur, at í 2026 verður nýggj politisk avtala gjørd um pensjónsnýskipan. Hon hevur støði í tilmælum frá serfrøðingarbólki undir landsstýrinum.
Tí er ógreitt, um kravda uppsparingin verður partur av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum.
Flokkurin Inuit Ataqatigiit hevur ikki tikið støðu enn.
- Eg vóni, at arbeiðsbólkurin fer til verka skjótt, so at vit skjótari og betri finna eina loysn, sigur Marianne Paviasen Jensen, sum er limur í fíggjar - og skattanevndini í landstinginum.
Erik Jensen, fyrrverandi formaður í Siumut, mælir staðiliga til at varðveita kravdu uppsparingina.
Kravda uppsparingin skal halda fram
Erik Jensen, tinglimur fyri Siumut, sum til mars mánað í ár var formaður í flokkinum, er ikki í iva:
- Fólk skulu sjálv spara saman til pensjón, gera vit ikki tað, fer grønlendski búskapurin av knóranum. Verður kravda uppsparingin strikað, fara landskassin og kommunurnar at missa pening beinanvegin. Skal landið ikki fara út í fíggjarligt óføri, mugu vit sjálv spara saman til okkara pensjón, sigur Erik Jensen.
Hann mælir til, at fólk spara saman frá tí tey eru 25 ár, til tey fylla 60.
Í dag skulu fólk við ársinntøku oman fyri 150.000 krónur spara saman, men Siumut mælir til at hækka markið upp í 250.000 kr, skrivar KNR.