
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elon Musk: Trump nevndur í skjølum um Epstein-málið

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, vil ikki gera viðmerkingar til uppáhaldið hjá Elon Musk, um at amerikanski forsetin, Donald Trump, skal vera nevndur í skjølum, sum hava samband við Jeffrey Epstein-málið.
- FBI hevur onga viðmerking til málið, sigur FBI í svari til BBC.
Tað er FBI, sum hevur handfarið kunning og skjøl í málinum um Epstein, sum í 2019 varð skuldsettur og varðhaldsfongslaður í umfatandi máli, um at ungar gentur vóru kynsliga misbrúktar.
Á miðlinum X í gjár skrivaði Musk, at Trump var nevndur í skjølum um Epstein.
Hetta skrivaði Musk undir almenna orðadráttinum millum seg og Trump á sosiala miðlinum X og Truth Social.
- Nú er stundin komin at sleppa stóru bumbuni, skrivar Musk m.a.
Elon Musk og Donald Trump hava sitið væl um sátt, men nú er vátt komið í reiðrið. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Uppáhaldið ikki prógvað
Hann hevur tó enn ikki prógvað uppáhaldið, ella greitt neyvari frá, í hvørjum sambandi Trump skal vera nevndur.
Trump hevur ikki viðmerkt skuldsetingina móti sær í sambandi við Epstein-málið.
Við AFP-tíðindastovuna sigur Karoline Leavitt, sum er leiðandi talsfólk í Hvítu húsunum, at viðmerkingin hjá Musk á X er harmiligt innslag frá Musk, sum ikki er nøgdur við skattapakkan hjá Trump, tí í pakkanum er ikki tann politikkurin, sum hann Musk vildi hava.
Trump segði í fjør, áðrenn hann aðru ferð varð valdur forseti, at einki forðaði sær í at almannakunngera skjøl, sum hava tilknýti til Epstein.
Í dag skulu Hvítu húsini eftir ætlan hava samrøðu við Musk um málið.