
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnarkreppa í Niðurlondum - kann enda við vali

Seinnapartin í gjár gjørdi Dick Schoof, forsætisráðharri í Niðurlondum, av at leggja frá sær.
Hetta hendi eftir, at Geert Wilders, formaður í Frælsisflokkinum, gjørdi av at taka flokkin úr stjórnarsamgonguni, tí stjórnin ongar broytingar hevur gjørt í politikkinum, sum hevur við tilflytarar og friðskjól at gera.
Niðurlendski stjórnarleiðarin helt tíðindafund seinnapartin í gjár, har hann boðaði frá, at hann seinni í gjár fór at handa konginum uppsøgn sína.
Geert Wilders, formaður í Frælsisflokkinum, tók flokkin úr stjórnarsamgonguni. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Heldur fram sum skiftisstjórn
Stjórnin heldur tó fram sum ein skiftisstjórn uttan ráðharrarnar hjá Frælsisflokkinum, og sambært niðurlendska kringvarpinum, NOS, er mest sannlíka loysnin, at tað verður nýval. Um tað verður úrslitið, so er tað triðju ferð í fýra ár, at val er í Niðurlondum.
Fýra flokkar hava verið í niðurlendsku stjórnini, sum hevur sitið síðan valið í 2023, tá Frælsisflokkurin gjørdist størstur.
Drúgvar stjórnartingingar
Tað tók drúgva tíð at skipa stjórn, men umsíðir eydnaðist at skipa stjórn við høgraliberala flokkin VVB, antikorruptiónsflokkin NSC og bóndaflokkin BBB. Dick Schoof, sum er fyrrverandi embætismaður og fregnartænastustjóri, og sum ikki hevði tilknýti til nakran flokk, gjørdist stjórnarleiðari.
- Eg eri í øðini, tí hetta er óforsvarligt. Hann situr við øllum kortunum og kortini er tað hann, sum trýstir á stoppknøttin, sigur Caroline van der Plas, forkvinna í Bóndaflokkinum.