Elon Musk gevur ilt av sær

Elon Musk gevur ilt av sær
Ríkmaðurin sigur, at lógarpakkin, sum umboðsmannatingið hevur samtykt, fer at økja risastóra hallið á amerikansku fíggjarlógini
Elon Musk sigur, at skattalættin til ríkfólk er ósømiligur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.06.2025 - 08:50

Elon Musk, sum til fyri kortum hevur verið meira ella minni beinleiðis partur av stjórnini hjá Donald Trump, forseta,  gav í gjárkvøldið enn einaferð ilt av sær um stóra lógarpakkan, sum umboðsmannatingið í Washington samtykti síðsta mánað.

Tað skrivar danska sjónvarpsrásin TV2.

- Haldi mær til góðar, men eg orki hetta heilt einfalt ikki longur, skrivar hann á sínum egna sosiala miðli, X, har hann kallar lógarpakkan, sum millum annað inniheldur skattalættar til ríkfólk, ósømiligan.

 

Elon Musk og Donald Trump. Til fyri stuttum var Musk at kalla partur av stjórnini hjá amerikanska forsetanum. (Mynd:AFP/Ritzau Scanpix)

 

Skammið tykkum

- Skammið tykkum, tit, sum hava atkvøtt fyri hesum, sigur Elon Musk.

Hann sigur, at lógin fer at økja risastóra hallið á fíggjarlógini, og at leggja eina stóra skuldarbyrðu á amerikonsku borgararnar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Elon Musk talar at, tað gjørdi hann eisini í einari samrøðu við CBS News fyri kortum.

Mike Johnson, sum er formaður hjá republikanarunum í Umboðsmannatinginum, sigur, at Elon Musk fer heilt skeivur, og hann harmast, at Tesla-eigarin alment sáplar lógaruppskotið niður.

Hinvegin er Mike Lee, sum er senatorur úr Ohio, samdur við Elon Musk, og sigur, at prísvøksturin, sum broytingarnar fara at hava við sær, fara at skaða amerikanarnar. Tað sama sigur Rand Paul, sum heldur tað vera eitt stórt mistak at økja amerikonsku ríkisskuldina við fimm milliardum dollarum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201