Ferryvolution: Her eru nýggja Ritan og nýggi Sam hjá SSL

Ferryvolution: Her eru nýggja Ritan og nýggi Sam hjá SSL
Fyrstu myndirnar av nýggju ferjunum, ið Strandaraskip Landsins ætlar at byggja, Ritan og Sam, liggja nú á facebook-síðuni Ferryvolution
Kelda: Ferryvolution
 
03.06.2025 - 10:27

Á Facebook-síðuni "Ferryvolution" liggja nú tvær tekningar av nýggju ferjunum, ið ætlanin er at byggja til at røkja oyggjaleiðirnar hjá Strandfaraskipum Landsins. 

Hvussu eftirfarandi tekningarnar eru er óvist, tí á einari at tekningunum stendur "Fyribils" skrivað á. 

Men sambært fólkunum handan Ferryvolution, so eru hetta nýggja Ritan og nýggi Sam, ið skulu byggjast og røkja leiðirnar til oyggjar í Føroyum, har tunlar ikki verða gjørdir. 

Í uppslagnum stendur eisini, at tað verður MEST, ið skal byggja ferjurnar. 

 

Cycloidal-propellur

Ritan skal vera 25 metrar til longdar, meðan Sam skal vera 43 metrar. 

Ritan fer at taka 75 ferðafólk og tveir bilar, meðan Sam skal taka 145 ferðafólk og 20 bilar. 

Á Ferryvolution heftir mann seg serliga við framdráttin hjá skipunum. Báðar ferjurnar fara at hava tvær bógskrúvur og tvær cycloidal-propellur, ið er nýggjasta tøkni á økinum. 

Nú verður spennandi at vita, um hetta veruliga eru nýggja Ritan og nýggi Sam. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968