Niklas vann á Sandoynni

Niklas vann á Sandoynni
Niklas Hallgren Niclassen fór avstað við sigrinum, tá 3. teinur av LM Kring Føroyar varð súkklaður á Sandoynni. Helgi Winther Olsen er tó framvegis fremstur samanlagt
Niklas Hallgren Niclassen vann 3. tein, sum var á Sandoynni fríggjadagin
Mynd: Rósa Tovudóttir/LM Kring Føroyar  
 
31.05.2025 - 11:17

Niklas Hallgren Niclassen vann 3. tein av súkklukappingini LM Kring Føroyar, sum varð súkklaður á Sandoynni fríggjadagin.

Helgi Winther Olsen setti ferðina upp á Brekkuni stóru, og nógv mistu sambandið við tey fremstu. Stutt eftir leyp Niklas Hallgren Niclassen undan, meðan tey, sum eltu, bíðaðu eitt sindur eftir hvørjum øðrum. Tí vaks frástøðan eina løtu, til Helgi Winther Olsen aftur setti ferðina upp og fekk Niklas Hallgren Niclassen aftur, sum kortini vann spurtin um málstrikuna. Regin Thomsen endaði á 3. plássi.

 

Helgi góð kort á hondini

Hóas tað ikki varð til 3. gullið á rað, hevur Helgi Winther Olsen best kort á hondini í roknistykkinum um samanlagda sigurin. Hann hevur 1 minutt og 17 sekund aftur til Niklas Hallgren Niclassen, meðan Konstantinos Garoflos er góðar tríggjar minuttir aftanfyri. Pauli Poulsen fekk tekniskt brek, og misti góðar tveir minuttir á degnum og er nú hálvan fjórða minutt aftanfyri oddamannin.

Hjá kvinnum var Súsanna Skylv aftur fremst. Hon kom á mál góðar tveir minuttir eftir vinnaran.

 

Sornfelli bíðar

Næstseinasti teinur er einkultstarturin úr Havn niðan á Sornfelli. Ein og ein skulu súkklararnir berjast ímóti sær sjálvum og tíðini teir 30 kilometrarnar niðan á fjallið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201