
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matarskipan í skúlunum í Tórshavnar kommunu
Matarskipan í skúlunum í Tórshavnar kommunu
Skipanin verður mett at kosta 30 milliónir kr. um árið. Foreldrini skulu gjalda helvtina, ella 500 kr. um mánaðin

Matarskipanin verður roynd í trimum skúlum í høvuðsstaðarkommun næsta vár.
Mynd: Savnsmynd
30.05.2025 - 13:02
Børn og ung í Tórshavnar kommunu skulu fáa mat í skúlatíðini.
Tað ætlar Tórshavnar býráð, sum arbeiðir við at seta eina matarskipan í verk í fólkaskúlanum.
Kemur býráðið á mál, fer skipanin at kosta 30 mió. kr. í rakstri um árið. Foreldragjaldið verður 500 kr. um mánaðin, sum er helvtin av rakstrarkostnaðinum.
Annita á Fríðriksmørk. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Byrjað verður næsta vár við royndarskipan í trimum skúlum í kommununi.
- Tað er skilagott at brúka pengar at geva børnum mat í skúlatíðini, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í trivnaðarnevndini í Tórshavnar býráð.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
30052025_Matarskipan
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV