Kunnu velja kvinnu ella mann til lækna

Kunnu velja kvinnu ella mann til lækna
Við at skipa landið í heilsuøki, fáa bæði kvinnur og menn størri læknaval
Níggju læknadømi eru í Føroyum. Heilsuøkini vera fimm. 
 
30.05.2025 - 08:02

Nú fólk frá 1. juni, tá nýggja kommunulæknaskipanin kemur í gildi, skulu velja kommunulækna í einum heilsuøki, og ikki sum higartil í einum læknadømi, ber til at velja mann ella kvinnu.

Í summum læknadømum eru allir kommunulæknarnir kvinnur, í øðrum eru allir menn.

Heilsumálaráðið sigur, at hetta er ein trupulleiki.

Tað vísir seg, at kvinnur í summum førum aftra seg við at fara til lækna at gera ymsar kanningar, um kommunulæknin er maður. 

Sama er galdandi fyri menn, um kommunulæknin er kvinna. 

 

Størri læknaval

Við at skipa landið í heilsuøki, fáa bæði kvinnur og menn størri læknaval. 

Tey kunnu tá velja antin kvinnu ella mann.

Harumframt verður lættari hjá fólki at fáa viðgerð í nærumhvørvinum frá øðrum heilsustarvsfólkum, sigur Heilsumálaráðið. 

Níggju læknadømi eru í Føroyum.

Heilsuøkini vera fimm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401