Kunngerðir um kommunulæknaskipan komnar

Kunngerðir um kommunulæknaskipan komnar
Kunngerðirnar, sum nágreina nýggju kommunulæknalógina, eru lýstar og koma í gildi 1. juni
Læknamiðstøðin í Klaksvík.
 
29.05.2025 - 12:26


Kunngerðirnar, sum nágreina nýggju kommunulæknalógina, eru lýstar og koma í gildi 1. juni.

Ein er um heilsuøki og heilsumiðstøðir.

Sambært henni vera Føroyar skipaðar í fimm heilsuøki.

Norðoyggjar, Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna eru í einum heilsuøki.

Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna eru saman.

Vágar, Mykines, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna og Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir eru saman.

Tórshavnar kommuna, Sandoyggin og Skúgvoy eru í heilsuøki fýra og Suðuroyggin er í fimta heilsuøkinum.

Útreiðslur

Galdandi avtalur millum kommunur um, hvussu hølisútreiðslur skulu býtast, vera í gildi til nýggjar avtalur koma.

Í hvørjum heilsuøki vera ein ella fleiri heilsumiðstøðir. 

Ein onnur kunngerð er um kommunulæknaval.

Verandi kunngerð er frá 2010.

Hon nevnir læknadømi.

Tann, sum kemur 1. juni, nevnir heilsuøki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401