Falskt pass kostaði fongsulsrevsing og útvísing

Falskt pass kostaði fongsulsrevsing og útvísing
Maðurin, sum kom við Norrønu í gjár, vísti eitt falskt pass, tá hann varð biðin um samleikaprógv
Føroya rættur.
 
28.05.2025 - 14:54

Ein maður í tretivunum er dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri skjalafalsan og er útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.

Maðurin, sum kom við Norrønu í gjár, vísti eitt falskt pass, tá hann varð biðin um samleikaprógv. Í grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin játtaði hann seg sekan.

Maðurin, sum er úr Albania, hevur einki tilknýti til Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401