Fongsul í eitt ár og vísast av landinum

Fongsul í eitt ár og vísast av landinum
Dómur er fallin í málinum um serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og ólógliga inntreinging í Skálafirði 21. november í fjør
Føroya rættur.
 
27.05.2025 - 15:23

Ein 32 ára gamal filipinskur maður er í Føroya rætti dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár, og hann skal eisini vísast av landinum.

Maðurin er dømdur fyri at hava framt serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og ólógliga inntreinging í Skálafirði 21. november í fjør.

 

Katrin Thorsvig Hansen.

 

Rætturin legði millum annað dent á, skaðarnar á órættaða, og at vakmyndir vístu, at maðurin fyrr á degnum áðrenn hendingina, hevði keypt millum annað knív, kikara og eina tasku. 

Hann noktar seg sekan, og hevur skotið dómin inn fyri landsrættin.

Maðurin skal vera sitandi í varðhaldinum, til málið kemur fyri landsrættin.

Katrin Thorsvig Hansen er høvuðsákæri hjá løgregluni:

 

1745901

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401