100 bátsmanningar á norðoyastevnu

100 bátsmanningar á norðoyastevnu
Fyrsti FM-róðurin í ár verður leygardagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2025 - 11:37

Kappróðrarsummarið byrjar leygardagin, og 100 manningar ætla at vera við á norðoyarstevnu í ár.

Freistin at melda frá til fyrstu FM-stevnuna í kappróðri fór í gjár.

Í fjør vóru 90 tilmeldingar, men 86 bátar vóru við á Norðoyastevnu, tá ið avtornaði.

Eitt, sum er sermerkt við kappingarárinum 2025, er, at átta FM-vinnarar frá 2024 ikki verða at síggja í ár. Tí skulu nýggir meistarabátar finnast í flestu bólkunum.

Talan er millum annað um Skansan og Falk, sum vunnu barnaróðurin í fjør, og sum ikki eru við í ár, og eisini vinnararnir Firvaldur, Kjósin og Tórsbáturin verða ikki at síggja í ár

Hinvegin royna Fípan Fagra, Drekin, Jarnbardur og Klaksvíkingur at verja FM-heitið.

Norðoyastevnuróðurin byrjar klokkan 13.30 leygardagin, tá barnaróðurin er.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401