Mia og Torleivur føroyameistarar í amboðsfimleiki

Mia og Torleivur føroyameistarar í amboðsfimleiki
Mia Højgaard og Torleivur Christiansen úr Havnar Fimleikafelag vunnu kappingina um føroyameistaraheitið í amboðsfimleiki um vikuskiftið
Mia Højgaard vann allar fýra greinirnar hjá kvinnum
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
26.05.2025 - 17:07

Mia Højgaard og Torleivur Christiansen vunnu kappingina um føroyameistaraheitið í amboðsfimleiki, sum var í Fimi um vikuskiftið.

Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag vann allar fýra greinirnar hjá kvinnum; lop, barr biti og gólv og endaði frammanfyri Ronju Johannesen og Annu Sofíu Højsted.

Torleivur Christiansen úr Havnar Fimleikafelag vann tríggjar av seks greinum hjá monnum. Hann var bestur í ringum, lopi og rekk, meðan Bjarki Johannesen vann gólv og barr, og Rókur Vestergaard vann beinsveiggj.

 


Torleivur Christiansen vann tríggjar av seks greinum hjá monnum, og tað var nóg mikið til at tryggja sær all around-sigurin og FM-heitið. (Mynd: Føroya Fimleikasamband)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762