Trupult at fáa skipið av aftur

Trupult at fáa skipið av aftur
Í dag fara tey at lossa bingjurnar av skipinum, fyri at fáa tað lættari
Skipið stendur enn rimmarfast í túninum hjá Johan Helberg í Tróndheimi í Noreg
Mynd: Ntb/Ritzau Scanpix  
 
25.05.2025 - 09:58

Tað gongur striltið at fáa 135 metra langa norska bingjuskipið, NCL Salten av aftur, eftir at tað hósdagin rendi á land í Trondheim við 16 míla ferð og endaði heilt uppí í havanum hjá einum manni, sum búði niðri við fjørðuna.

Fleiri skriðjulop eru hend við strondina síðani skipið fór á land, og fleiri ferðir hevur verið neyðugt at flyta fólk úr húsunum nærhendis.

Jarðfrøðingar eru í gongd við at kanna økið, har skipið stendur, og í dag verður farið í gongd við at flyta bingjurnar av skipinum, so skipið verður lættari.

Eftir tað verður støða tikin til, um tað er ráðiligt at royna at toga skipið av aftur, upplýsa norskir myndugleikar fyri NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Nýggjastu sendingar í SV