Teldusníkar funnið nýggjan máta

Teldusníkar funnið nýggjan máta
Ein álvarsligur trygdarveikleiki er funnin í internetkagum, millum annað Chrome, Edge, Brave og øðrum, sigur Fjarskiftiseftirlitið 
Teldusníkar finna støðugt nýggjar hættir at snýta fólk.
 
22.05.2025 - 06:12

Ein álvarsligur trygdarveikleiki er funnin í internetkagum, millum annað Chrome, Edge, Brave og øðrum, sigur Fjarskiftiseftirlitið. 

Nýggi trygdarveikleikin ger, at teldusníkarnir hava ikki brúk fyri, at fólk skriva innritanarupplýsingarnar nakrastaðni. 

Tað kann vera nóg mikið bara at fara á eina heimasíðu, sum teldusníkarnir hava sett upp til at misbrúka veikleikan.

Hesin veikleikin verður longu misbrúktur til álop. 

Tí er týdningarmikið tú dagføra internetkagan skjótast gjørligt, sigur Fjarskiftiseftirlitið.

Á heimasíðuni fjarskiftiseftirlitid.fo sæst, hvussu tað verður gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV