Pávin heitir á Ísrael um at loyva neyðhjálp inn í Gasa

Pávin heitir á Ísrael um at loyva neyðhjálp inn í Gasa
Støðan er ørkymlandi og pínufull, sigur pávin
Leo pávi 14.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.05.2025 - 14:11

Leo pávi 14. heitir á Ísrael um at lata neyðhjálp sleppa inn í Gasageiran.

- Støðan í Gasageiranum er ørkymlandi og pínufull. Eg endurtaki áheitan mína um, at rættvís humaniter hjálp skal sleppa inn, og at fíggindaskapurin skal enda, hvørs hjartanemandi prís, børn, gomul og sjúk skulu rinda fyri, segði pávin í vikuligu talu síni á Pæturstorginum í dag.

Síðani kríggið brast á, hevur Ísrael sett strangar avmarkingar fyri, hvat sleppur inn í Gasageiran. Og 2. mars setti Ísrael forboð fyri at flyta neyðhjálp yvirhøvur inn í Gasa.

2,1 millión palestinar búgva í Gasa, og støðan hjá teimum er hættislig, sambært ST og hjálparfelagsskapum.

Í hesi vikuni hevur Ísrael tó loyvt nøkrum fáum lastbilum við neyðhjálp inn í Gasa, men hetta nøktar ikki nær námind tørvin, sum gasabúgvar hava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227