Ov lítil manning - 20 ferðafólk sluppu ikki við Rituni

Ov lítil manning - 20 ferðafólk sluppu ikki við Rituni
Tað eydnaðist ikki at finna eitt fólk aftrat til manningina, sum er neyðugt, tá nógv ferðafólk eru
Neyðugt er við størri manning, tá Ritan skal flyta fleiri ferðafólk. (Savnsmynd)
 
21.05.2025 - 13:39

Um vikuskiftið stóðu 20 ferðafólk eftir í Svínoy, tí tey ikki sluppu við eina túrinum hjá Rituni.

- Tað eydnaðist okkum ikki at finna eitt fólk aftrat til manningina hjá Rituni, sum er neyðugt, fyri at vit kunnu taka fleiri ferðafólk, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

 

Niels Juel Arge.

 

Hann sigur, at Strandferðslan hevur ein lista við fólki at manna Rituna við eykafólki, tá nógv ferðafólk eru, eitt nú um høgtiðir. 

Ferðafólkini sluppu úr Svínoy hálvan annan tíma seinni. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21012025_NJA

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938