Norrøna fer til Oslo

Norrøna fer til Oslo
Norrøna fer til Oslo í januar næsta ár, tá EM-endaspælið í manshandbólti verður har, og Føroyar eru við
Norrøna verður hotelskip í Oslo, tá EM verður í januar.
 
21.05.2025 - 05:51

Norrøna fer til Oslo í januar næsta ár, tá EM-endaspælið í manshandbólti verður har, og Føroyar eru við.

Norrøna fer av Havnini fyrrapartin 14. januar.

Fráferðin úr Oslo verður 22. januar beint fyri midnátt.

Norrøna fer at liggja við bryggju á Vippetangen, sum er í miðbýnum í Oslo. 

Fólk kunnu gista umborð, meðan Norrøna liggur í Oslo.

Til ber eisini at keypa atgongumerki til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum, antin saman við ferðaseðlinum ella aftrat ferðaseðlinum. 

Ikki ber til at hava bil við.

Sølan byrjar á heimasíðuni hjá Smyril Line í dag klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221