Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur á Føroyabanka

Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur á Føroyabanka
Línuskip fáa 40 dagar, og utróðrarbátar, 15 til 110 tons, fáa 135 dagar
Ætlanin er at endurskoða skipanina á Føroyabanka við tí í hyggju, at frá næsta fiskiári verður skipanin í meiri fastari legu. (Savnsmynd)
 
20.05.2025 - 08:09

Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur í ár at royna á Føroyabanka.

Skipanin er tann sama sum í fjør.

Línuskip fáa 40 dagar. Útróðrarbátar, 15 til 110 tons, fáa 135 dagar.

Og útróðrarbátar, sum eru minni enn 15 tons, fáa 90 dagar.

Treytin hjá teimum smáu bátunum fyri at fáa loyvi at fara á Føroyabanka er, at báturin hevur avreitt fyri 500.000 krónur ella meira í minsta lagi eitt av árunum 2022, 2023 og 2024.

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið er farið undir at endurskoða skipanina á Føroyabanka við tí í hyggju, at frá næsta fiskiári verður skipanin í meiri fastari legu.

Les kunngerð um fiskiskap á Føroyabanka her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201