ES-tiltøk raka 200 skip í russiska skuggaflotanum

ES-tiltøk raka 200 skip í russiska skuggaflotanum
Revsipakkin hjá ES móti Russlandi bleiv formliga samtyktur í dag, og er tann 17. í røðini, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina
Kaja Kallas er uttanríkisstjóri í ES.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.05.2025 - 15:32

Nýggj revsitiltøk hjá ES móti Russlandi skulu raka 200 skip í skuggaflotanum.

Tað sigur uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas.

Revsipakkin hjá ES móti Russlandi bleiv formliga samtyktur í dag, og er tann 17. í røðini, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Skuggaflotin hjá Russlandi er oljutangaskip og farmaskip, sum Russland brúkar fyri at sleppa undan revsitiltøkunum hjá vesturheiminum.

Skipini eru skrásett í øðrum londum enn Russlandi.

Stórabretland hevur eisini sett 100 nýggj revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Revsitiltøkini raka russiska verju-, orku- og fíggjargeiran, skrivar bretska uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337