Elin Ludvig nýggjur stjóri í Dugna

Elin Ludvig nýggjur stjóri í Dugna
Hon tekur við starvinum 1. august
Elin Ludvig verður nýggjur stjóri í Dugna. (Mynd av Facebook-vanga)
 
20.05.2025 - 09:54

Dugni hevur fingið nýggjan stjóra.

Elin Ludvig er sett í starvið.

Hon tekur við starvinum 1. august.

Elin Ludvig hevur verið deildarleiðari hjá Almannaverkinum á deildini arbeiðsbúgving í 10 ár.

Hon hevur eisini royndir sum sosialráðgevi í barnaverndartænastu og á asyløkinum í Danmark. 

Umframt útbúgving sum kandidatur í sosialum arbeiði, hevur Elin Ludvig útbúgving í diplomi í leiðslu.

Hedvig Johansdóttir Høgnesen var stjóri í Dugna í 10 ár, men gavst, tá hon bleiv aðalskrivari í Barnabata.

Áhugin fyri stjórastarvinum var stórur. 28 umsøkjarar vóru.

Dugni er endurbúgvingarstovnur, sum millum annað skal royna arbeiðsevnini hjá fólki, sum eru vinnutarnaði og skipa fyri arbeiðsvenjing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306