Á Breddanum: Politiska støðan

Á Breddanum: Politiska støðan
Fleiri av politisku stórmálunum eru skotin til horna. Hvat merkir tað fyri løgmann og samgonguna, verður spurt í sendingini í dag
Løgtingið er farið í summarfrí. Samstundis er ógreitt, hvussu verður við pensjónsmálinum og Suðuroyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.05.2025 - 08:53

Í gjár fór løgtingið í summarfrí, og samstundis vóru fleiri av teimum størstu málunum hjá samgonguni útsett, tí tey annaðhvørt vóru tikin aftur, ella beind aftur í nevnd. 

Pensjónsmálið hevur verið stóra málið hjá Framsókn, sum vil hava langtíðarhaldføri í búskapin, meðan tey ikki hava verið so øgiliga heit fyri risaverkætlanini um undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Sum heild ikki nakar veitsludagur í sólini í gjár - heldur høvdu tingfólk lyndi til at lúta eitt sindur við høvdinum. 

Men hvat merkir hetta fyri løgmann, samgonguna og fyri Suðuroyartunnilin?

Tað fara vit at tosa við poilitisku viðmerkjararnar, Beintu Løwe og Inga Samuelsen, um í sendingini í dag.

Breddin í KvF klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313