ALS 210 milliónir í avlopi í fjør

ALS 210 milliónir í avlopi í fjør
Hetta er næstbesta úrslit hjá Arbeiðsloysisskipanini higartil
Magni á Deild Olsen er stjóri í Arbeiðsloysisskipanini, sum aftur í fjør hevði stórt avlop.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.05.2025 - 11:17

Arbeiðsloysisskipanin hevði 210 milliónir krónur í avlopi í fjør.

Hetta er næstbesta úrslit hjá ALS higartil. Tað var bara í 2023, at úrslitið var betri; tá var tað 226 milliónir krónur.

Eginognin hjá ALS er nú komin upp á 1,55 milliardir krónur.

Hóast arbeiðsloysið kvinkaði eitt vet uppeftir í fjør, so var tað tó framvegis sera lítið, og triðja árið á rað var arbeiðsloysið eitt prosent ella minni.

 

Minsta arbeiðsloysi 11 ár á rað

Arbeiðsloysið í Føroyum var tað minsta ellinda árið á rað samanborið við onnur lond í Evropa, og tað eru bara nøkur heilt fá lond í heiminum, har arbeiðsloysið er minni enn í Føroyum.

- Við munagóðu avlopunum seinastu árini er Arbeiðsloysisskipanin styrkt fíggjarliga, haldførið er gott, og skipanin er fíggjarliga sera væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS.

Á heimasíðuni hjá ALS stendur, at um arbeiðsloysið í Føroyum verður tíggju prosent, kann ALS útgjalda arbeiðsloysisstuðul í fýra ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. juni
Morgunlestur leygardagur 21. juni 2025
193346
Fríggjadag 20. juni
Vikuskiftið 20 juni 2025
193562
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. juni
Krígsbørnini (2:2) - teknmálstulkað
193572
Fríggjadag 20. juni
Krígsbørnini (1:2) - teknmálstulkað
193571
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193570
Fríggjadag 20. juni
Veðrið
193565
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532

Annað frá KVF