Trump tosar við Putin og Zelenskyj í dag

Trump tosar við Putin og Zelenskyj í dag
Amerikanski forsetin fer at tosa við russiska og ukrainska forsetan í telefon, annan í senn
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.05.2025 - 08:28

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer í dag at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Tað skrivar norksa kringvarpið, NRK.

Trump skal tosa í telefon við teir báðar, annan í senn. Hann fer eisini at tosa við leiðarar í Nato.

Samrøðurnar skulu sambært norska kringvarpinum vera seinnapartin.

Fríggjadagin hittust Ukraina og Russland fyri fyrstu ferð í try ár,  og londini samdust um at lata leysar túsund krígsfangar hvør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891