Málið um Íleggingargrunnin er farið aftur í nevnd

Málið um Íleggingargrunnin er farið aftur í nevnd
Hetta fær avleiðingar fyri útbyggingina av farstøðini á flogvøllinum, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður
Sambært uppskotinum skuldi Íleggingargrunnurin fáa heimild at læna P.f. Vága floghavn 350 milliónir kr., sum skulu brúkast at útbyggja farstøðina í Vágum.
 
19.05.2025 - 13:56

Uppskotið um at heimila Íleggingargrunninum at veita P.f. Vága floghavn og P.f. Suðuroyartunlinum rentu- og avdráttarfrítt lán í ávíst áramál er beint aftur í fíggjarnevndina.

Tá málið kom til triðju viðgerð á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 13, skeyt Annika Olsen í Tjóðveldi upp at beina málið aftur í nevnd, tí tað hongur saman við málinum um Suðuroyartunnilin, segði hon.

Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum undraðist á, at málið skuldi fara aftur í nevnd, tí tað er fult upplýst, og øll fíggjarnevndin tók undir við tí. 

 

 

Jørgen Niclasen. 

 

Hann segði, at verður málið ikki avgreitt, fær tað avleiðingar fyri útbyggingina av farstøðini á flogvøllinum, og arbeiðið noyðist helst at steðga. At beina tað aftur í nevnd merkir, at málið dettur burtur, segði Jørgen Niclasen. 

Sambært uppskotinum skuldi Íleggingargrunnurin fáa heimild at læna Vága floghavn 350 milliónir kr. og eisini Suðuroyartunlinum 350 milliónir.

Uppskotið um at beina málið aftur í nevnd var samtykt við 18 atkvøðum fyri og 14 ímóti. 

ilogugrunnur_aftur_i_nevnd

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. juni
Morgunlestur leygardagur 21. juni 2025
193346
Fríggjadag 20. juni
Vikuskiftið 20 juni 2025
193562
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. juni
Krígsbørnini (2:2) - teknmálstulkað
193572
Fríggjadag 20. juni
Krígsbørnini (1:2) - teknmálstulkað
193571
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193570
Fríggjadag 20. juni
Veðrið
193565
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532