Hava útflutt fyri 12,5 milliardir seinasta árið

Hava útflutt fyri 12,5 milliardir seinasta árið
Makrelútflutningurin er vaksin 641 milliónir
Serliga makrelur sæst aftur í útflutningstølunum seinasta árið.
Mynd: Hagstovan  
 
19.05.2025 - 14:22

Føroyar útfluttu fyri 12,5 milliardir krónur frá apríl í fjør til mars í ár.

Tað er nakað tað sama sum frá apríl í 2023 til mars í fjør.

Serliga makrelur sæst aftur í útflutningstølunum.

Tann útflutningurin er vaksin 641 milliónir krónur. Virðið er nógv vaksið, 68,2 prosent.

Nøgdin er bara vaksin níggju prosent.

Útflutningurin av laksi er minkaður 44,4 milliónir.

Virðið stendur so at siga í stað, men nøgdin er vaksin góð 13 prosent, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin til Russlands vaks 200 milliónir krónur frá apríl í fjør til mars í ár.

Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Tey eru USA, Russland, Danmark, Bretland og Spania. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Mánadag 23. juni
Morgunlestur mánadagur 23.juni 2025
193574
Sunnudag 22. juni
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
193587
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 5mf Kvinnur
193606
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605