Russland bannar Amnesty International

Russland bannar Amnesty International
Boðini úr Moskva eru, at Amnesty International er ein óynsktur felagsskapur í Russlandi
Felagsskapurin Amnesty International er nú óynsktur í Russlandi
 
19.05.2025 - 19:27

Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International verður nú bannaður í Russlandi.

Tað sigur russiski høvuðsákærin Igor Krasnov í eini fráboðan sambært Ritzau.

Russland sigur, at høvuðssætið hjá Amnesty International í London er "ein miðdepil fyri fyrireiking av globalum russofobiskum verkætlanum, sum tey samansvornu hjá Kyiv-stýrinum fíggja."

Amnesty International er tí ein óynsktur felagsskapur í Russlandi, verður sagt.

Tað hendir ikki so sjáldan, at felagsskapir verða bólkaðir sum óynsktir í Russlandi. Sambært AP eru 223 felagsskapir í løtuni óynsktir í Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306

Annað frá KVF