- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kemur ikki uppá tal at koyra ferðsluna gjøgnum bygdina

Sambært tí sum løgtingið skal taka støðu til mándagin, er tað enn opið, hvussu vegaføringin til Suðuroyartunnilin skal ganga. Tí verður tað upp til Tunnilsfelagið at gera av.
Sands bygdaráð hevur sagt, at ferðslan skal ikki gjøgnum bygdina, tað sigur Poul Klementsen, bóndi og bygdaráðslimur á Sandi.
Aksel V. Johannesen segði áðrenn lógaruppskotið fór í tingið, at vegaføringin til Suðuroyartunnilin skal avgerast samstundis sum tunnilsleiðin verður fastløgd.
Tá var loysnin ein vegur á Traðarhamri.
Í fíggjarnevndini er hetta tó broytt, soleiðis at tað sum nú liggur í tinginum, sum skal til 3. viðgerð mánadagin er at Tunnilsfelagið skal finna eina loysn saman við kommunum um hvar atkomuvegurin skal ganga.
Tað kemur ikki uppá tal, at ferðslan verður leidd gjøgnum Sands bygd, sigur Poul Klementsen, sum heldur sær, at tunnilin skal niður norðan fyri Sands bygd: