- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar kommuna og Kærustovnurin skulu í Føroya rætt í næstu viku
Tórshavnar kommuna og Kærustovnurin skulu í Føroya rætt í næstu viku
Kommunan hevur stevnt Kærustovninum, tí hann í 2023 gav einum klagara viðhald. Kært var til Kærustovnin, tí kommunan gav einum handli byggiloyvi til uppíbygging

Mynd: Savnsmynd
15.05.2025 - 11:16
Tórshavnar kommuna og Kærustovnurin skulu í Føroya rætt í næstu viku.
Kommunan hevur stevnt Kærustovninum, tí hann í 2023 gav einum klagara viðhald.
Kært var til Kærustovnin, tí kommunan gav einum handli byggiloyvi til uppíbygging.
Tann, sum kærdi, er granni hjá handlinum.
Kommunan góðtekur ikki avgerðina hjá Kærustovninum.
Fyrisitingarliga er tann avgerðin endalig.
So einasti møguleiki hjá Tórshavnar kommunu er tí at fara í rættin.
Málið er um frávik frá byggisamtyktini, har sum handilin er.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV