
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sissal Jóhanna skrivaði søgu: Fyrsti føroyingur í einari Eurovision-finalu

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn skrivaði í kvøld føroyska tónleikasøgu, tá hon gjørdist fyrsti føroyingur nakrantíð í einari Eurovision-finalu.
Hetta er greitt eftir, at Sissal Jóhanna bleiv kunngjørd sum tað fjóðra landið, sum kom í finaluna frá seinnu hálvfinaluni.
Harvið hevur Sissal Jóhanna brotið langa danska finalu-forbannilsið, tí tað er fyrstu ferð síðani 2019, at nakar hevur sungið Danmark í finaluna.
Framførslan hjá Sissal Jóhonnu av "Hallucination" var eisini framúrskarandi, so tað var fult uppiborið, at Sissal Jóhanna kom í finaluna.
Í grundini stendur "Hallucination" eftir sum ein tann sterkasti poppsangurin í kappingini, ið er á tremur við sangi, ið eru meira keipaleikir enn veruligir poppssangir - sirkussangir.
Hjartaliga tillukku, Sissal Jóhanna.
Londini, ið komu víðari úr seinnu hálvfinauni, vóru:
Litava | Katarsis – Tavo Akys
Ísrael | Yuval Raphael – New Day Will Rise
Armenia | PARG – SURVIVOR
Danmark | Sissal – Hallucination
Eysturríki | JJ – Wasted Love
Luksemborg | Laura Thorn – La Poupée Monte Le Son
Finnland | Erika Vikman – ICH KOMME
Lettland | Tautumeitas – Bur Man Laimi
Malta | Miriana Conte – SERVING
Grikkaland | Klavdia – Asteromáta