Michael Schjønberg verður aftur venjari hjá 07 Vestri

Michael Schjønberg verður aftur venjari hjá 07 Vestri
07 Vestur boðar í dag frá, at tað verður fyrrverandi danski landsliðsspælarin og vinnari av Bundesliguni, Michael Schjønberg, sum aftur verður venjari í felagnum
Skýggjamynd frá Facebook hjá 07 Vestur
Mynd: 07 Vestur/Facebook  
 
15.05.2025 - 11:40

07 Vestur boðar í dag frá, at tað verður fyrrverandi danski landsliðsspælarin og vinnari av Bundesliguni, Michael Schjønberg, sum aftur verður venjari í felagnum. Hann tekur við, eftir at Dan Brimsvík bleiv uppsagdur í vikuni.

Hetta er aðru ferð, at navnframi danskarin er venjari hjá 07 Vesturi. Hann var venjari frá januar 2022 til á sumari 2023. Hetta hálva annað árið fekk hann lutfalsliga góð úrslit og tað kom nakað óvart á, at hann eftir seinasta dystin í fyrru hálvu í 2023 brádliga gavst. Hann bleiv síðani venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá AGF.

- Schjønberg hevur hildið sambandið við 07 Vestur við líka síðani hann fór, og hann var til dystin fús beinanvegin, tá vit spurdu okkum fyri, hóast hann hevði sáttmála við AGF fyri 2025/2026 eisini”, sigur Jón Nordendal ítróttarstjóri hjá 07 Vesturi og leggur afturat:

- Framgongdin hjá felagnum var stór undir hansara leiðslu, og avgerðin hjá nevndini var tí ikki trupul at taka, tá vit fingu høvi at fáa Schjønberg aftur til felagið.

07 Vestur boðar eisini frá, at Martin Wodd, Anders Houmann, Ivan Stojkovic og Jóanis Viderø Petersen halda fram í toyminum sum ávikavist hjálparvenjari, fysiskur venjari, málmansvenjari og fysioterapeut. Michael Schjønberg kemur til landið mánadagin og kemur at standa á síðulinjuni, tá 07 Vestur tekur móti B68 á Dungasandi sunnudagin 25. mei.

07 Vestur er í løtuni aftast í Betrideildini hjá monnum við bara einum stigi fyri níggju dystir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337