Landið hevur lænt hálva triðju milliard í eitt ár

Landið hevur lænt hálva triðju milliard í eitt ár
Pengarnir skulu millum annað brúkast til at fíggja hallið í fíggjarlógum
Tað eru ikki smápengar, sum landið lænir.
 
15.05.2025 - 05:56

Landskassin hevur lænt eina milliard og 320 milliónir krónur við at selja lánsbrøv í Føroyum og uttanlands.

Sølan gekk væl. Eftirspurningurin var nógv størri enn útboðið, skrivar Landsbankin. 

Landskassin hevur síðsta árið lænt tvær milliardir og 570 milliónir.

Peningurin skal brúkast til at rinda aftur eitt lán, sum er ein milliard og 645 milliónir krónur.

Tað fellur til gjaldingar 2. juni.

Haraftat vera læntu pengarnir brúktir til at fíggja hallið í fíggjarlógini í 2023 og 2024.

Tað var 200 mió. kr. í 2023 og 150 mió. kr. í 2024.

Og ein partur fer til landsins gjaldføri. 

Nýggja lánið, tað, sum var tikið týsdagin, fellur til gjaldingar 22. mai 2028. 

Effektiva rentan er 2,419 prosent.

Rentan er hækkað nógv síðani juli 2022.

Tó er rentan á láninum, sum var tikið týsdagin, sløk 0,9 prosentstig lægri enn rentan fyri lánið, sum var tikið í mai í fjør. 

Landsbanki Føroya og Nordea Bank fyrireikaðu lántøkuna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709