EM-lutakastið hjá hondbóltsmonnunum í kvøld

EM-lutakastið hjá hondbóltsmonnunum í kvøld
EM-lutakastið hjá føroysku hondbóltsmonnunum verður í kvøld klokkan 18. Kringvarpið vísir tað beinleiðis í sjónvarpinum
Vilhelm Poulsen á veg ígjøgnum ukrainsku verjuna. Bólkasigurin hjá Føroyum hevði við sær, at landsliðið er í 2. styrkisbólki til lutakastið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.05.2025 - 13:53

Í kvøld verður greitt, hvørjum føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla ímóti í bólkaspælinum í EM í januar. Lutakastið verður í Herning klokkan 18, og Kringvarpið sendir tað beinleiðis í sjónvarpinum.

Føroyar eru styrkismettar í næstovasta bólkinum saman við stórtjóðum sum Spania, Kroatia, Íslandi og Portugal. Manslandsliðið kann tískil ikki draga lond, sum eru í bólki tvey í kvøld.

Harumframt kunnu Føroyar, sum verða í bólki 2, sum skal spæla í Olso, ikki koma í sama bólk sum Danmark, Týsklandi og Svøríki úr bólki 1. Tað merkir, at tað verður antin Frakland, Ungarn ella Slovenia úr ovasta styrkisbólkinum.

Stórur spenningur er sjálvandi um, hvør kemur úr bólki 3 og 4. Í triðja bólki hava Føroyar spælt ímóti øllum liðunum. Tey bæði, sum ikki er eydnast at vinna á ella spæla javnt ímóti, eru Eysturríki og Pólland. Í bólki fýra hava Føroyar vunni á Rumenia, Ukraina og Italia í 2020'unum.

Enda Føroyar nummar eitt ella tvey í Oslo, fer landsliðið víðari til miðumfarið, sum verður spælt í Malmø í Svøríki.

 


Føroyar eru í næstovasta styrkisbólki til EM-lutakastið, sum verður í Herning í kvøld. Nógvir kenningar eru í 3. og 4. styrkisbólki. (MYND: Høgni Egholm Magnussen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263