- Suðuroyartunnilin kann ikki bíða

- Suðuroyartunnilin kann ikki bíða
Suðuroyðingar sakna at teirra sjónarmið um Suðuroyartunnilin kemur til sjóndar í almenna kjakinum og hava tí tikið stig til almennan fund í Hovi.
 
14.05.2025 - 19:58

Tað eru Valkyrjurnar í Suðuroy, sum hava tikið stig til fundin, sum byrjaði klokkan 19.00 í kvøld  og hevur fingið heitið "Hví skulu okur hava Suðuroyartunnil?" Áðrenn fundin fingu vit orð á Rannvá Schrøter, sum er ein av stigtakarunum.

 

1743586

 

Tey, sum løgdu fram eru:

- Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi
- Jens Sigurð Simonsen, vinnurekandi
- Mourits Joensen, búskaparfrøðingur
- Magnus Pauli West, Visit Suðuroy
- Sunrid Olsen, sosialráðgevi
- Eyðun Nolsøe, tónleikari
- Miriam Norðberg, leiðari á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy

 

Tað var greitt eftir framløgurnar, at tey øll vóru samd um, at tað er umráðandi fyri Suðuroynna og fólkið, har býr, at Suðuroyartunnilin kemur. Jens Sigurð Simonsen, sum er vinnurekandi, vísti millum annað á, at skal ein á fund í Havn, tekur tað fleiri tímar, um ikki allan dagin. Ferðing, sum hjá føroyingum flestum, tekur ein tíma ella tveir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. juni
Vikuskiftið 20 juni 2025
193562
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Fríggjadag 20. juni
RagnarRokk: Eirikur Hauksson um Maestro
193362
Fríggjadag 20. juni
Morgunlestur fríggjadagur 20. juni 2025
193344
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. juni
Veðrið
193565
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424