Landsvegakervið smokkar undan virkseminum í Nes kommunu

Landsvegakervið smokkar undan virkseminum í Nes kommunu
"Tað hevur avleiðingar fyri virksemi í kommununi, at landsvegakervið í Nes kommunu er í so vánaligum standi," sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri, sum rópar varskó
Tað er serliga vegastrekkið við Kornvatn í Nes kommunu, ið er í ringum standi
Mynd: Google Street View  
 
14.05.2025 - 15:05

Landsvegakervið í Nes kommunu er í vánaligum standi, og tað hevur avleiðingar fyri gerandisdagin hjá borgarum og virksemi í kommununi.

Serliga er tað vegurin framvið Kornvatni, sum er illa farin og skapar stórar avbjóðingar, tí hann smokkar. 

"Tað er Landsverk, sum hevur ábyrgdina av vegastrekkinum, men enn er einki gjørt," sigur Súni í Hjøllum er borgarstjóri í Nes Kommunu. 

Borgarstjórin í Nes kommunu vísir á, at serliga ferðavinnan í økinum líður undir hesum. 

"Samstundis sum landsmyndugleikarnir satsa upp á ferðavinnnuna, so gera teir einki við at viðlíkahalda undirstøðukervið undir henni, eitt nú landsvegirnar, og tað hongur ikki saman," sigur Súni í Hjøllum. 


 

INNSLAG_Nes_kommunamm

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229