Formaðurin í Politistafelagnum: Løgreglufólk merkja ágang í gerandisdegnum

Formaðurin í Politistafelagnum: Løgreglufólk merkja ágang í gerandisdegnum
Almenn starvsfólk, eitt nú løgreglufólk, fáa nú betri vernd móti sálarligum harðskapi og tráfylging í revsilógini. Tað er í tøkum tíma, heldur formaðurin í Politistafelagnum
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2025 - 11:42

Løgreglufólk merkja ágang í gerandisdegnum.

"Tað hendir regluliga, at løgreglufólk uppliva, at fólk blíva við at seta seg í samband við tey ella á annan hátt tráfylgja ella fremja sálarliga harðskap móti løgreglufólkunum," sigur Eyðun Dalsgarð, formaður í Poltitisafelagnum. 

Tí er tað í tøkum tíma, at løgtingið herfyri samtykti, at sálarligur harðskapur, tráfylging og ágangur fáa sjálvstøðugar ásetingar í revsilógini, heldur Eyðun Dalsgarð

 

Betri vernd

Við broytingunum fáa eisini alment sett starvsfólk, eitt nú løgreglufólk, betri verju móti ágangi og tráfylging. 

Eyðun Dalsgarð, formaður í Politistafelagnum, fegnast um nýggju ásetingarnar og vísir á, at løgreglufólk kunnu verða fyri tráfylging og ágangi upp á ymiskar mátar í gerandisdegnum.

Formaðurin í Politistafelagnum metir, at lógin er eitt týðandi stig móti betri vernd.

 

INNSLAG_Tradfylging_av_logreglufolkum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. juni
Morgunlestur leygardagur 21. juni 2025
193346
Fríggjadag 20. juni
Vikuskiftið 20 juni 2025
193562
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Fríggjadag 20. juni
RagnarRokk: Eirikur Hauksson um Maestro
193362
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. juni
Krígsbørnini (2:2) - teknmálstulkað
193572
Fríggjadag 20. juni
Krígsbørnini (1:2) - teknmálstulkað
193571
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193570
Fríggjadag 20. juni
Veðrið
193565
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532