- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúkið handlarnar í nærumhvørvinum
Brúkið handlarnar í nærumhvørvinum
At handlar eru í nærumhvørvinum ger nakað við trivnaðin, og tí mugu vit minnast til at brúka teir

14.05.2025 - 13:44
Tað sigur Handilsvinnufelagið í nýggjum átaki, sum eitur Keyp í nærumhvørvinum, har tey minna á, at ein handil er so nógv meira enn eitt stað, har tú kanst keypa tær eitthvørt. Tað er eisini eitt stað, sum skapar arbeiðspláss og har vit hittast til eitt prát.
Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum sigur, at tað gevur ein tryggleika, at tú kanst keypa í nærumhvørvinum, soleiðis at tú ikki skalt so langt, um tær tørvar okkurt.
Eitt er, at handilslívið ofta savnast á størri búplássum, men tann stóra hóttanin kemur frá umheiminum, tí nærum alt kann keypast á netinum, leggur Alvi Hjelm, ráðgevi í Vinnuhúsinum afturat.
Hoyr samrøðuna her
1743435
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV