Skúladagurin verður ikki styttur

Skúladagurin verður ikki styttur
Mentanarnevndin hjá løgtinginum tekur tó undir við uppskotinum um at stytta skúladagin, men hon mælir til at bíða til royndarskipanirnar, sum nú eru, vera lidnar næsta ár
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.05.2025 - 08:48

Ætlanin hjá landsstýrinum at stytta skúladagin vann ikki frama í løgtinginum.

Ikki í hesum umfarinum.

Mentanarnevndin hjá løgtinginum tekur tó undir við uppskotinum um at stytta skúladagin.

Men hon mælir til at bíða til royndarskipanirnar, sum nú eru, vera lidnar á sumri næsta ár og eftirmettar. 

 

Svarar til 35 ársverk

Onnur ivamál eru eisini, sigur nevndnin.

Tí er ikki rætt at stytta skúladagin nú, sigur mentanarnevndin. 

Verður skúladagurin styttur, svarar tað til 35 ársverk. 

Hesir tímar skulu ikki sparast úr skúlanum, men umleggjast til annað, sum til dømis at styrkja tvílæraraskipanina og flokslæraraleiklutin, sigur mentanarnevndin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709

Annað frá KVF