Royking verður bannað í Maldivunum

Royking verður bannað í Maldivunum
Nýggja lóggávan, ið bannar royking fyri íbúgvar føddir eftir 2007, skal koma í gildi 1. november í ár, stendur í fráboðan frá forsetaskrivstovuni hjá Mohamed Muizzus
Mynd: Savnsmynd  
 
13.05.2025 - 08:42

Maldivurnar, ið er ein oyggjabólkur í útsynning úr Sri Lanka og India, ætlar at banna íbúgvum, sum eru føddir eftir januar 2007 at keypa sigarettir.

Nýggja lóggávan skal koma í gildi 1. november í ár, stendur í fráboðan frá forsetaskrivstovuni hjá Mohamed Muizzus.

Revsingin fyri at bróta lógina er enn ikki kunngjørd.

Í november í fjør fór aldursmarkið fyri at keypa tubbak úr 18 upp í 21 ár. 

 

Eisini bann fyri e-sigarettum

Samstundis setti landið bann fyri at flyta inn e-sigarettir og vaping, og forboðið er eisini galdandi fyri ferðafólk.

Líknandi lógaruppskot er eisini til viðgerðar í Bretlandi. 

New Zealandi var fyrsta landið at samtykkja eina generatiónslóg móti royking, men lógin varð tó strikað aftur í november 2023, minni enn eitt ár eftir at hon var sett í gildi.

Orsøkin var óttin fyri, at sigarettir fóru at verða seldar á svartabørsi í staðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Mánadag 23. juni
Morgunlestur mánadagur 23.juni 2025
193574
Sunnudag 22. juni
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
193587
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 5mf Kvinnur
193606
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605