Thor og Føroya banki fara í Hægstarætt við fiskivinnumálaráðanum

Thor og Føroya banki fara í Hægstarætt við fiskivinnumálaráðanum
Eitt mál um royndarloyvi hjá djúpvatnstrolaranum Phoenix eftir stinglaksi við smámeskaðum troli er nú endað í Hægsarætti
Djúpvatnstrolarin Phoenix
Mynd: Savnsmynd  
 
12.05.2025 - 10:27

Reiðaríið Thor og Føroya banki hava fingið loyvi til at fara í Hægstarætt við Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

Talan er um djúpvatnstrolaran Phoenix, og royndarloyvi at fiska stinglaks við smámeskaðum troli.

Málið byrjaði í rættarskipanini í 2014.

 

Fingu ikki royndarloyvi eftir stinglaksi

Tá Phoenix fekk fíggjarligar trupulleikar í 2008 og gavst, keypti BankNordik trolaran á tvingsilssølu, og seldi Thor hann árið eftir. 

Áðrenn hann fór á tvang, hevði Phoenix saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks.

Thor søkti um royndarloyvi til stinglaks fyri 2010, men Fiskimálaráðið segði nei. 

Tí stevndu Thor og BankNordik Fiskimálaráðnum. 

 

Krevja seks mió. kr. 

Endurgjaldskravið hjá pørturnum móti Fiskimálaráðnum var komið upp í slakar seks milliónir krónur.

Fiskimálaráðið vann bæði í Føroya rætti og í Eystara landsrætti. 

Nú hevur Procesbevillingsnævnet givið Thor og Føroya banka loyvi til at royna málið í Hægstarætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891