Føroyar formansskapin í Arktiska ráðnum saman við Grønlandi og Danmark

Føroyar formansskapin í Arktiska ráðnum saman við Grønlandi og Danmark
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum. Tað verður Grønland, ið tekur við formasskapinum vegna ríkisfelagsskapin
Tað verður Grønland, sum tekur við formansskapinum í Arktiska ráðnum vegna ríkisfelagsskapin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.05.2025 - 16:21

Nú, klokkan 16.30 føroyska tíð, yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum

Tað verður í Tromsø, har norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, letur stafettina víðari til Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum og gransking í Grønlandi, sum tekur við formansskapinum vegna Grønland, Føroyar og Danmark.

Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025-2027.

Hetta verður aðru ferð, at kongsríkið Danmark hevur formansskapin í Arktiska ráðnum.

Fyrru ferð var frá 2009 til 2011. Men hesaferð verður formansskapurin so í Grønlandi, og Føroyar fáa næstformannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891