Hava til nýggjárs at krevja gjald aftur

Hava til nýggjárs at krevja gjald aftur
Tey, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald, hava nú hetta til nýggjárs at krevja pengarnar aftur
Heilsutrygd skal rinda 22,3 mió. kr. aftur.
 
09.05.2025 - 06:44

Tey, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald, hava nú hetta til nýggjárs at krevja pengarnar aftur.

Lógin um tað kom í gildi í gjár og fer úr gildi aftur 1. januar 2026.

Talan er um tey, sum hava goldið til sosiala skipan í øðrum landi.

Tað hava tey ikki skyldu til sambært Nordisk konvention om social sikring.

Sambært Taks er talan um 1.293 fólk, sum hava rætt til at fáa 22,3 milliónir krónur aftur frá Heilsutrygd.

Afturgoldið verður aftur til 1. november 2014, tá kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum heimvísti einum kærumáli til nýggja støðutakan hjá Heilsutrygd, til og við 2023.

Umsókn við skjalprógvum skal sendast Taks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206