Blámusoppur hóttir 1.716 listaverk

Blámusoppur hóttir 1.716 listaverk
Harumframt eru 20 til 25 listaverk í so ringum standi, at tey mugu sendast av landinum til konservering 
Blámusoppur var eisini funnin í goymsluni hjá Tjóðsavninum.
 
08.05.2025 - 06:49

Longu í desember í fjør fekk Almanna- og Mentamálaráðið at vita frá Listasavninum, at blámusoppur er í goymsluni hjá savninum. 

Listasavnið var biðið um at gera eina ætlan um, hvussu listaverkini kunnu tryggjast.

Síðan blámusoppurin var staðfestur, hevur Listasavnið tikið royndir og hildið eyga við støðuni. 

Støðan er óbroytt, og blámusoppurin er ikki versnaður.

Men listaverkini á goymsluni mugu reinsast og síðani flytast í eina fyribilsgoymslu. 

Hetta krevur serkunnleika, og tí hevur Listasavnið havt samband við Kunstkonserveringen í Danmark, sum  kann átaka sær meginpartin av arbeiðinum.

Talan er um 1.716 listaverk. 

Harumframt eru 20 til 25 listaverk í so ringum standi, at tey mugu sendast av landinum til konservering. 

Hetta er mett at kosta okkurt um 1,3 mió. kr.

Listasavnið kannar, um møguleiki er fyri uttanhýsis fígging.

Tað fer at kosta tríggjar milliónir og 530.000 kr. í ár, tá eru verkini, sum skulu sendast av landinum, tald við, og tvær milliónir 460.000 kr. næsta ár at reinsa listaverkini. 

Goymsla saman við Tjóðsavninum

Goymslan hjá Listasavninum er ov lítil.

Langtíðar loysnin er, at goymslan hjá Listasavninum verður saman við goymsluni hjá Tjóðsavninum, sum eftir ætlan verður bygd komandi árini. 

Goymslan á Listasavninum verður tá nærgoymsla.

Sambært Landsverki skal gravast og drenast uttan um goymsluna á Listasavninum, tá tað útbygt.

Hetta stendur í viðmerkingunum um uppskotið um eykajáttanarlóg fyri mars.

Løgtingið hevur játtað 3,5 mió. kr. til Listasavnið í eykajáttan nú í ár.

Landsverk hevur lýst eftir fyribils goymslu til Listasavnið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. juni
Morgunlestur leygardagur 21. juni 2025
193346
Fríggjadag 20. juni
Vikuskiftið 20 juni 2025
193562
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. juni
Krígsbørnini (2:2) - teknmálstulkað
193572
Fríggjadag 20. juni
Krígsbørnini (1:2) - teknmálstulkað
193571
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193570
Fríggjadag 20. juni
Veðrið
193565
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532